Danska fótbóltssambandið skal finna nýggjan heimavøll til danska landsliðið eftir gøluna í Parkini, tá ið ein áskoðari gjørdi seg inn á dómaran. Danmark sleppur framvegis at spæla dystirnar innanfyri síni egnu mørk, men tað er ikki greitt, hvar næstu dystirnir verða spældir. Fremst í røðini til at hýsa landsliðnum standa Århus, Aalborg og Herning, men avgerðin um nýggja heimavøllin bíðar til juli mánað, tá ið endalig avgerð er tikin um revsingina frá UEFA.