Daysi úr Honduras hevur búð í Føroyum í 22 ár

Hóast hon hevur trupulleikar við, at hendurnar sova og onkrir fingrar kunnu læsast, dugir hon sera væl til hendurnar.

44 ára gamla Daysi Lagos Jóanesarson, sum býr í Vestmanna, er úr býnum Tegucigalpa í Honduras. Hon er gift Jákupi Jóanesarson úr Vestmanna. Tey bæði hittust í Honduras í sínari tíð, tá Jákup var har á CISV-legu. Tey bæði eiga tríggjar gentur, sum eru ávikavist 19, 14 og 9 ára gamlar.

 

- Hin 16. mai í ár verða 22 ár, síðan eg fyrstu ferð kom til Føroya. Mær dámar ógvuliga væl í Føroyum, og eg havi trivist væl. Onkur heldur, at tað er keðiligt at búgva í Føroyum, tí veðurlagið er so skiftandi, men tað ber saktans til at lata seg í eftir veðrinum.

 

Hóast Daysi hevur trupulleikar við, at hendurnar sova og onkrir fingrar kunnu læsast, dugir hon sera væl til hendurnar.

 

- Eg havi vant meg við, at hendurnar eru, sum tær eru. Tað er ein sjúka í lítla heila sum ger, at eg havi hesar trupulleikar.

 

Daysi ger vakrastu tingini til dukkur, eitt nú dukkukjólar, sofur, sengur og annað, og í nøkur ár hevur hon eisini broderað til føroysk klæði.

 

- Tað byrjaði við, at eg fór at gera ymiskt til genturnar, samstundis sum eg hugnaði mær sjálvari við handligum arbeiði. Men, til jólar í fjør luttók eg fyri fyrstu ferð við ymiskum hondgjørdum á jólasølu í Vestmanna. Eg gjørdist ovfarin av stóra áhuganum fyri teimum tingum, eg geri.

 

Daysi sigur, at hon mest arbeiðir við pappi, toyi, ymiskum pynti og límpistól, tá hon ger dukkuting.

 

- Nú børnini veksa, og eg havi avlopstíð, er tað mín dreymur at hava ein lítlan verkstað, har eg kann stytta mær stundir við mínum ítrívi, sigur kvinnan, sum Vikublaðið hevur skift orð við.

 

Meira er at lesa um Daysi Lagos Jóanesarson í Vikublaðnum, sum kemur í hvørt hús seinnapartin í morgin.