Tá ið enski landsliðsvenjarin í fótbólti herfyri tók 23 spælarar út til hópin, sum skal við til HM-endaspælið í Týsklandi, heitti hann samstundis á nakrar aðrar spælarar um at halda seg til reiðar at koma við, um okkurt avboð kom. Ein teirra var verjuspælarin Luke Young hjá Charlton, men hann hevur nú givið avboð. Ístaðin hevur Sven Gøran Eriksson sent boð eftir Tottenham-verjuspælaranum Michael Dawson, sum enn ikki hevur spælt á enska a-landsliðnum. Hann hevur tó verið stuðulsspælari á U21 landsliðnum, til hann fyri kortum gjørdist ov gamal til tað landsliðið.










