Dávur Birgisson vann Stella Polaris

Tað var gittarleikarin Dávur Birgisson, sum vann finaluna í Stella Polaris 2017, sum var í gjárkvøldið. Aðru virðisløn vann Kristina Thede Johansen, alt saksofon og triðju virðisløn vann Birita Poulsen, sang.

 

Hinir finalistarnir vóru Jósef Zachariassen, Klaver, Leslie Parker, violin, og Aksel Dánjalsson Remmer á klaver.

 

Í yngsta bólkinum til og við 13 ár var tað Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen, akkordion, sum vann. Aðru virðisløn fekk Sigrið F. Hansen sum spælir kontrabass og triðja virðisløn varð deild millum Birna Eyðunardóttir, klaver og Sæunn Birnadóttir Hansen, klaver.

 

Í mittasta bólkinum, sum er aldursbólkurin 14 til og við 18 ár var tað Helena Joensen, klaver, sum fekk fyrstu virðisløn, Andrias Blaasvær, violin, fekk aðru virðisløn og Maria Knudsen, floyta og Maria á Lakjuni, floyta, deildust um triðu virðisløn.