42 ára gamli liktti amerikanarin, Troy Davis, varðavrættaður við giftsproytu klokkan fýra í nátt føroyska tíð.
Hóast stórt altjóða trýst varð Davis avrættaður fyri drápið á løgreglumannin, Mark MacPhail.
Hægstirættur útsetti avrættanina stutt áðrenn hon skuldi fremjast á miðnátt, og brúkti síðani fýra tímar at viðgera málið, sum er óvanliga leingi. Kæran varð at enda avvíst og stutt eftir varð Troy Davis avrættaður við giftsproytuni.
Beint áðrenn Davis fekk giftsproytuna vendi hann sær til familjuna hjá myrda løgreglumanninum.
Eg harmist um miss tykkara. Tit hava mist ein son, mann og bróður. Men eg havi ikki myrt hann. Eg eri ósekur, segði Troy Davis.
Ósekur ella ikki, so varð Davis avrættaður klokkan fýra í nátt.