Davids fer heim

34 ára gamli hollendski fótbóltsspælarin Edgar Davids leitar nú heimaftur til Hollands at spæla fótbólt.

Davids hevur seinasta árið spælt fyri enska felagið Tottenham, men har sleppir hann ikki á liðið longur, og tí hevur Tottenham latið hann fara til Ajax uttan kostnað. Sáttmálin millum David og Ajax er galdandi fram til summarið 2008