David Villa møguliga revsast

Spanski framherjin, sum áðrenn HM endaspælið skiftið til Barcelona, skoraði bæði málini fyri Spania, tá teir mánakvøldið vunnu 2-0 á Honduras. Hann var eisini vandamikil allan dystin, men ein støða í fyrra hálvleiki ger, at FIFA nú møguliga fer at revsa David Villa.

 

- Hatta er ikki nakað eg eri stoltur av. Tað var bara ein reaktión frá mínari síðu, tí Emilio Izaguirre traðkaði á meg og so rætti eg hondina ímóti honum, sigur David Villa um støðuna, tá hann koyrdi hondina ímóti andlitinum hjá Honduras leikarinum.

 

Spania fekk eina ringa byrjan uppá HM endaspælið, tá teir taptu fyri Sveis.

 

- Í løtuni hava vit onga informatión viðvíkjandi David Villa. Vit bíða eftir frágreiðingini hjá dómarinum áðrenn vit taka nakra avgerð, sigur ein talsmaður fyri FIFA.

 

Seinasti dysturin hjá Spania er ímóti Kili fríggjakvøldið.