Dávid skoraði sigursmálið

1. DEILD: Fimm minuttir eftir, at hann hevði skorað, varð málskjúttin skiftur út, tí hann skal aftur í eldin í morgin

Soleiðis sum úrslitini hava lagað seg seinastu vikurnar, var tað ikki væntað, at KÍ í kvøld fór at fara úr Hoyvík við øllum stigunum, men soleiðis lagaði tað seg. KÍ vann 1-0. Málið varð skorað í 58. minutti, og málskjútti var miðvallarin Dávid B. Andreasen. 18 ára gamli miðvallarin er fastur maður á listanum hjá besta KÍ liðnum, men hann er oftast skiftisspælari, og í dag var hann fyri 11. ferð í ár á næstbesta liðnum. Í dag var hann fyri fjórðu ferð í ár málskjútti í 1. deild.

 

Fimm minuttir eftir, at hann hevði skorað, var Dávid B. Andreasen skiftur út. Hetta var níggjunda ferðin í ár, at hann varð skiftur út í næstbestu deildini. At hann varð skiftur út í Hoyvík í kvøld var tí, at hann í morgin verður á listanum, tá ið besta KÍ liðið fer út á Skála, har fyrsta bríksl verður klokkan 17.

 

Talan var um javna uppgerð, har tað var langt millum uppløgdu málmøguleikarnar.

 

Sigurin í kvøld var tann fyrsti hjá KÍ eftir trý tap á rað, og málið í kvøld var tað fyrsta í fýra dystum. KÍ hevur tapt 4-0 á heimavølli ímóti ÍF og 1-0 á útivølli ímóti HB og 1-0 á heimavølli ímóti ÍF.

 

Hjá Undrið FF hava avrikini verið heldur óstøðug seinastu ferðirnar, tá ið Undrið FF fimm tær seinastu ferðirnar hevur skiftivís tapt og vunnið. Undrið FF og KÍ hava dystast tríggjar ferðir í ár. Undrið FF vann 2-0 á heimavølli, og KÍ vann 2-1 á heimavølli, og í kvøld vann KÍ aftur 1-0.

 

Undrið FF er á fjórða plássi við 35 stigum, og KÍ er á fimta plássi við 34 stigum.

 

-

 

ÍF – B36 1-0 (1-0)

 

1-0: Jan Ó. Ellingsgaard 45.

 

-

 

NSÍ – Undrið FF 3-3 (1-2)

 

0-1: Rani Hansen 8.

 

1-1: Pól Jóhannus Justinussen 12.

 

1-2: Bergur Jákupsson Poulsen 15.

 

2-2: Pól Jóhannus Justinussen 72.

 

2-3: Magnus Jarnskor 79.

 

3-3: Ari Langgaard 85.

 

-

 

07 Vestur – TB 2-4 (1-4)

 

0-1: Mikkel Blåholm 26.

 

0-2: Einar Thorsteinsson 32.

 

0-3: Mikkel Blåholm br 35.

 

0-4: Mikkel Blåholm 36.

 

1-4: Ari Dahl-Olsen 45.

 

2-4: Albert Theis Nielsen 83.

 

-

 

Undrið FF – KÍ 0-1 (0-0)

 

0-1: Dávid B. Andreasen 58.

 

-

 

B71 – HB 4-0 (1-0)

 

1-0: sjálvmál 3.

 

2-0: Jónas Warnere 57.

 

3-0: Jónas Warner 60.

 

4-0: Jovanni Garcia 68.

 

-

 

TB211623632550
ÍF201541451749
Víkingur201145513437
Undrið FF211128372935
211119483534
B7120947342631
HB218211364626
B36203611274515
NSÍ202513246911
07 Vestur20021816552

 

-

 

Máltindurin

 

Mikkel Blåholm TB                          24

 

Rani Hansen Víkingur                     11

 

Villiam Emil Klein Undrið FF            11

 

Finnur Justinussen Víkingur            10

 

Hans Jákup Lervig ÍF                       10

 

-

 

Týsdagin 6. september 

 

Víkingur – NSÍ

 

07 Vestur – B36

 

B71 – ÍF

 

Leygardagin 10. september

 

KÍ – B71

 

ÍF – Víkingur

 

Undrið FF – NSÍ

 

HB – TB

 

B36 – 07 Vestur