Eftir at hava spælt við Manchester City í 10 ár fer spanski David Silva nú heimaftur til heimlandið at spæla fótbólt, har hann hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við Real Sociedad. Hetta upplýsir spanska felagið í kvøld.
Tað hevur í eina tíð verið greitt, at 34 ára gamli David Silva ikki fór at leingja sáttmálan við Manchester City. Hann hevur verið settur í samband við eitt nú italska Lazio, men tað verður altso í Spania og Real Sociedad, at hann fer at spæla næstu árini.
Av tí at sáttmálin við Manchester City var gingin út, so skiftir David Silva ókeypis til Real Sociedad.
Nevndarformaðurin í Manchester City, Khaldoon Al Mubarek, sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at felagið ætlar sær at reisa eina standmynd av David Silva við leikvøllin og uppkalla ein av sínum venjingarvallum eftir honum.
David Silva, sum fekk sína fótbóltsuppaling í Valencia, hevur síðani 2010 spælt 436 dystir fyri Manchester City og saman við liðnum vunnið Premier League fýra ferðir.