David og liðfelagarnir gjørdust nr. 6

Aftaná, at hava sett bretskt met ígjár, og hava svomið upp til sítt besta nakrantíð, so vóru vónirnar hjá David Carry og liðfeløgunum at røkka heiðursmerkjum hampuliga góðar. Men soleiðis skuldi ikki gerast. USA vann sum væntað gull í 4 x 200 metrar frí, og teir settu eisini heimsmet. Úrslitið gjørdist hetta:

 

Gull: USA 6.58.56 (heimsmet)

Silvur: Russland 7.03.56

Bronsa: Avstralia 7.04.98

4. Italia 7.05.35

5. Kanada 7.05.77

6. Bretland 7.05.92

7. Japan 7.10.31

8. Suður-Afrika 7.13.02

 

Støðið er høgt, og vóru David og liðfelagarnir minni enn eitt sekund frá at vinna bronsuheiðursmerki. Men liðið sló bretska metið teir sjálvir settu ígjár við næstan 2 sekundum, so sigast má, at teir hava havt eina góða kapping. Rás2 fer at tosa við ommu David Carry - Haslu Elder, fødd Josephsen úr Klaksvík - og verður tað kl. 9.45 í morgun.