David Nielsen fekk treytaðan dóm

Danski fótbóltsspælarin, David Nielsen hevur fingið dóm fyri at sláa fyrrverandi liðfelagan, Allan Gaarde niður. David Nielsen varð dømdur 20 daga treytaða fongsulsrevsing. Tað merkir, at David Nielsen sleppur undan at sita dómin í fyrsta umfari.

 

Verjin hjá David Nielsen, Axel Pallesen royndi at fáa David Nielsen fríkendan. Grundgevingin hjá Axel Pallesen var, at tað sum David Nielsen hevði skrivað í bókini ?Sorte svin?, var ikki heilt í samsvari við veruleikan. Talan var heldur um eitt slagsmál, enn eina valdsgerð. Tann frágreiðingin bleiv tó pettað sundur, tá Thomas Augustinussen og Allan Olesen vitnaðu í málinum. Teir staðfestu, at frágreiðingin hjá Allan Gaarde var tann rætta. Og tað legði Dómarin í býarrættinum í Ålborg herðslu á, tá dómurin var avsagdur.