Kyndilsmenn liggja aftast í topp-4 feltinum aftaná 24-29 (15-17) ósigur ímóti VÍF í Vestmanna í dag. Fimm stig eru niður til KÍF, ið liggur á fimta plássið við 12 stigum. Kyndil hevur 17 stig, H71 18 stig, VÍF 19 stig og Neistin er á odda í Okkaradeildini við 20 stigum.
TRÝST á PÍLIN undir SAVNSMYNDINI, og hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við David Edvardsen hjá Kyndli aftaná dystin.
David Edvardsen heldur, at hann og liðfelagarnir vóru heldir rustaðir aftaná jólafrítíðina, og tann væntandi dystarvenjingin sást aftur. Hann heldur tó, at ein fimmmálssigur lýsir ikki dystarmunin í dag.
David Edvardsen undirstrikar, at nú ræður um at koma í gongd aftur at fáa stig, tí hann og liðfelagarnir mugu og skulu verða partur av FM-hálvfinalunum.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Andrias Eriksen hjá VÍF.
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá framúrskarandi fríkastsmálinum hjá Filip Jojic til 17-15, og at hoyra dystarendan umframt at hoyra Inga Olsen, viðmerkjara taka stutt samanum dystin.