David Milibrand er besta boðið

David Milibrand er í løtuni besta boðið at taka við formanssessinum í Labour-flokkinum. David Milibrand, sum seinasta valskeið sat sum uttanríkisráðharri, ger greitt í bretsku miðlunum, at hann ætlar sær formanssessin. Tað verður eisini væntað, at hann fer at loysa Gordon Brown av.

Alan Johnson, tingmaður fyri Labour, vónar, at David Milibrand skal stjórna Labour-flokkinum komandi árini.

- Vit hava eina rúgvu av dugnaligum politikkarum, men eg eri sannførdur um, at David Milibrand er best skikkaður til uppgávuna, sigur Alan Johnson í viðtalu við Daily Mirror í dag.

David Milibrand er 44 ára gamal og varð valdur í ensku stjórnina í 2001.

Onnur nøvn, sum bretskir miðlar seta í samband við formansstarvið, eru Ed Milibrand, sum er lítil beiggi David Milibrand, Andy Burham og Yvette Cooper.

Gordon Brown fór týsdagin frá sum formaður. 59 ára gamla Harriet Harman stendur í løtuni á odda fyri flokkinum. Hon hevur seinastu árini verið næstforkvinna.

Labour ætlar sær at kunngera komandi formannin seinast í juli.