David Miliband vil verða formaður

David Miliband, sum var uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Gordon Brown, segði í dag, at hann ætlar sær at stilla upp, tá arbeiðaraflokkurin fer at velja nýggjan formann. Gordon Brown boðaði fyrr í vikui frá, at hann fer frá sum floksformaður í heyst.

-Eg fari at stilla upp tá, segði David Miliband og legði afturat, at hann er fult greiður yvir, at tað verður ein stór avbjóðing at taka við sum formaður í Labour.

Í gjár vildu summir bretskir fjølmiðlar vera við, at bróður David Milliabd, Ed Miliband, er eitt møguligt evni til formanssessin í arbeiðaraflokkinum.