David Miliband tekur seg aftur

David Miliband, sum tapti formansvalið í enska Labour móti yngra beiggjanum, Ed Miliband, boðar frá í dag, at hann tekur seg aftur í politikki. Hann vísir aftur, at hann tekur ein sess í ´The Cabinet´, sum er landsstýrið.

David Miliband hevur tørv á at løða battaríini, sum hann tekur til. Tí verður hann bara vanligur parliamentslimur í framtíðini.

Hann var leingi skýrdur sum best skikkaði avloysarin hjá Gordon Brown, sum tapti enska valið til Konservativa flokkin í mai. Í vikuskiftinum varð greitt, at yngri beiggin, Ed Miliband, skal stjóra flokkinum komandi tíðina.

- Avgerðin er røtt. Landið skal ikki stýrast av tveimum beiggjum, og tað skal ikki setast spurnartekin við, hvør av okkum stjórnar flokkinum, segði eldri beiggin á tíðindafundi seinnapartin.

David Miliband ger greitt, at hann fer møguliga at royna seg aftur sum politikari í fremstu røð seinni.