Tað var í dysti í fronsku Ligue 1 sunnudagin, har Paris Saint-Germain vann 2-1 á útivølli ímóti Marseille, at brasilski David Luiz sýtti at blíva útskiftur, hóast ein maður stóð klárur á síðulinjuni at koma inn fyri hann.
Eftir 74 minuttir lá David Luiz skaddur á vøllinum. Síðani fór verjuleikarin útum síðulinjuna, har verjuleikarin sjálvur metti, at hann var førur fyri at spæla víðari. Læknaliðið hjá PSG hevði tó givið boð til Laurent Blanc, venjara hjá PSG, um, at David Luiz skuldi blíva útskiftur. Tískil stóð eisini brasilski Marquinhos klárur á síðulinjuni at koma inn á vøllin ístaðin fyri Luiz, men tað slapp hann ikki, tí at David Luiz noktaði at blíva útskiftur.
Franska L'Equipe skrivar, at støðan hevur elvt til innanhýsis trupulleikar í leikarahópinum hjá PSG. Nógvir av leikarunum halda lítið um framferðarháttin hjá Luiz og meta, at hann ger bara tað, sum hann hevur hug til. Laurent Blanc er eisini í øðini um atburðin hjá Luiz, skrivar franska tíðindablaðið.
Margháttiliga støðan, har Luiz setti seg sjálvan yvir liðið, kann síggjast HER. Danska TV3Sport eigur upptøkuna.