David komin til Kyndil

Týskvøldið vandi David Edvardsen fyri fyrstu ferð við nýggja liðnu hjá sær, Kyndli.

 

- Eg kom í gjárkvøldið og eri sera fegin um at vera farin undir venjingina beinanvegin. Vit fara at gera alt fyri at fáa so væl burtur úr kappingarárinum sum gjørligt, sigur hann við heimsíðuna hjá Kyndli.

 

David spældi við Neistanum, tá hann var í Føroyum seinast, og fór so til Danmarkar aftur at búgva og spæla. Tá Kyndil eftir farna kappingarár sendi boð eftir honum, tók hann av at koma aftur, og sáttmálin kom í lag í juni.

Høvuðsvenjarin hjá Kyndli, Finnur Hansson, og David Edvardsen spældu saman í Neistanum tey gyltu árini hjá bláa mansliðnum.

- Spælararnir virka spentir upp á kappingarárið, og teir leggja nógv fyri. Kósin er sett, men tann møguleikin er sjálvandi opin enn, at onkur spælari kemur í hópin aftrat, sigur Finnur Hansson.

Kyndilsmenn, við hjálp av nøkrum útisetum, spældu ímóti VÍF á Hálsi á ólavsøku. Kyndil vann 35-28.