David Kelly boðaði frá sínum egna deyða

Longu í februar segði bretski vápnaserfrøðingurin David Kelly einum vinmanni, at bleiv Irak álopið, fór hann helst at verða funnin deyður í skóginum

Áhoyrararnir í rættarhølinum í London hildu andanum, tá embætismaðurin David Broucher varð avhoyrdur hósdagin sum vitni í málinum um vápnaserfrøðingin og stjórnarráðgevan David Kelly, sum tók lívið av sær herfyri.
Broucher, sum arbeiðir í bretska uttanríkisráðnum, greiddi frá, at hann hevði hitt David Kelly á einari ráðstevnu í Sveits síðst í februar. Kelly greiddi honum frá, at hann hevði vissað iraksku leiðararnar um, at teir høvdu einki at stúra fyri, bara teir samstarvaðu við vápnaeftirlitsmenninar hjá ST. Trupulleikin var, at lupu amerikanarar og bretar á Irak kortini, fóru iraksku leiðararnir at meta Kelly sum ein lygnara, sum hevði svikið teir. Broucher segði seg hava fingið ta uppfatan, at hesin møguleikin tyngdi David Kelly.
? Eg spurdi hann, hvat so fór at henda. Hann svaraði, at so fór hann helst at verða funnin deyður í skóginum. Eg gav mær ikki stórvegis far um hetta tá, men eg skilji nú, at hann hugsaði øðrvísi, enn eg helt hann gera, segði David Broucher í rættinum í London.
Kelly-málið hevur vakt stóran ans í Bretlandi, og øll bíða nú í spenningi eftir avhoyringunum í næstu viku, tí tá skulu bæði Tony Blair, forsætisráðharri og Geoff Hoon, verjumálaráðharri avhoyrast.