David Jones aftur til ÍF

Sterki bretin, sum spældi við ÍF í 1978 og 1979, verður nýggjur venjari hjá felagnum, nú umstøðurnar hava noytt Jón Simonsen frá

Jón Simonsen, sum annars varð settur sum venjari hjá ÍF, verður kortini ikki venjari hjá felagnum. Givnu umstøðurnar bera við sær, at tað ber ikki til hjá Jón at nýta ta tíðina, sum krevst sum Formula-venjari, og tí eru tey í Fuglafirði noydd at leita aðrar vegir.

Og alt bendir á, at venjarin er funnin. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa tíðindini váttað frá leiðsluni hjá felagnum. Men sum skilst, so resta bert smálutir, áðrenn ÍF kann boða frá, at nýggi venjarin eitur David Jones.

Og David Jones er ikki hvør sum helst. Í 1978 og 1979 mest sum kollvelti hann fótbóltin í Fuglafirði. Hann var ikki við seinastu dystirnar í 1979, tá meistaraheitið varð spælt í hús fyri higar til einastu ferð í felagssøguni. Men tað er eingin av spælarunum, sum ivast um týdningin, sum hann hevði fyri liðið.

- Hann var fantastiskur fyri okkum sum spælarar. Fysiskt var hann nógv betur fyri enn vit. Og fótbóltsliga var hann eisini munandi sterkari. Tað bar sjálvandi við sær, at vit aðrir máttu leggja meira fyri til bæði venjing og dyst, og á tann hátt lyfti hetta alt liðið, sigur Meinhard Dalbúð, ið var ein av spælarunum, sum spældi saman við David Jones.

Samstarvið endaði ta ferðina, tá tað vóru ymisk viðurskifti uttan fyri vøllin, sum venjarin hjá ÍF og David Jones ikki samdust serliga væl um. Bretin hevur tó roynt at fylgt við, hvussu hevur ginginst hjá ÍF, og í fjør var hann í tvær vikur og ferðaðist í Fuglafirði. Og nú bendir so alt á, at hann eisini verður maðurin, sum skal venja ÍF í 2008.