David Jeffrey: - Hetta var ein happadráttur

Venjarin hjá Linfield, David Jeffrey, var eftir sigurin umvegis brotssparkskapping ímóti B36 í í kvøld lætnaður um hjartað. Tað einasta, hann var nøgdur við, var at koma víðari, og um brotssparkskappigina segði hann, at tað var tann reini happadráttur.

 

- Sjálvandi eru vit nøgdir við at koma víðari, og eg má siga, at hetta lætti um. Vit skaptu nógv á heimavølli og um vit høvdu skorað fýra mál, so vildi eingin sagt, at tað var óuppiborið. Vit skaptu ikki eins nógvar málmøguleikar í dag, men vit kundu væl skorað eitt ella tvey mál. Málverjin hjá B36 (Meinhardt Joensen, red) var framúr góður aftur í dag og hevði eina stórbjarging í endanum av dystinum. Tá ið tað ræður um brotssparkskapping, er tað tann reini happadráttur, og í okkara unga málverja (19 ára gamla Ross Glendinning, red.) hava vit eina hetju í kvøld, segði venjarin hjá Linfield, David Jeffrey, við Portalin eftir dystin, og varð spurdur, um hann var nøgdur við tað, sum leikarar hansara løgdu fyri dagin.

 

- Nei, eg eri ikki nøgdur við avrikið, og tað eru leikararnir eiheldur. Men um tú hyggur at báðum dystunum, so gjørdu vit tað, sum vit skuldu fyri at hava uppiborið at koma víðari, segði hann.

 

Hann segði seg ikki vera ovfarnan av støðinum hjá B36, tí í fyrireikingararbeiðnum undan hesum báðum dystunum hevði hann fingið fatan av, at hann fekk eina trupla uppgávu. Hetta var eisini galdandi í kvøld, sambært honum sjálvum.

 

- Teir vóru væl skipaðir og stríddust sjáldsama væl. Teir góvu okkum ikki nógv pláss, og hvørja ferð vit vóru um at koma til skot, vardu teir fyri. Onkuntíð mást tú bara geva mótstøðuliðnum rós fyri gott avrik, og tað fari eg at gera nú. Tillukku, B36, segði David Jeffrey at enda.

 

Linfield fer nú undir fyrireikingarnar til næsta umfar í Champions League, har teir hitta AEL Limassol úr Kýpros.