Útlendingastovan hevur sett David Im í starv sum integratiónssamskipara. 45 umsóknir vóru til starvið.
David Im er úr Suður Korea og hevur búð m.a. í Týsklandi, Onglandi og Amerika. David Im hevur soleiðis persónligar royndir við integratión í øðrum londum.
David Im hevur síðani februar mánað 2015 arbeitt við einari integratiónsverkætlan í Klaksvíkar Kommunu og hevur verið við til at orðað ein integratiónspolitikk fyri kommununa. Henda verkætlan má metast sum eitt nýbrot innan útlendingaøkið í Føroyum.
Við at seta David Im sum integratiónssamskipara á Útlendingastovuni, verður møguligt at byggja víðari á royndirnar og vitanina við integratión í Klaksvíkar Kommunu, soleiðis at integratión av útlendingum eisini kann skipast og fremjast í verki um alt Føroya land.
David Im byrjar í starvinum fyrst í november mánað í ár.