David er aftur í Kyndli

Hondbóltur: Kyndil boðar frá, at David Edvardsen verður høvuðsvenjari hjá monnunum næsta kappingarár

Mynd: Kyndil

Tað er ein kendur maður í felagnum, sum nú verður venjari hjá Kyndli. Felagið boðar frá, at David Edvardsen nú verður venjari hjá monnunum. Hann hevur áður verið spælari í Kyndli.

 

Hetta síðsta kappingarárið hevur David Edvardsen verið hjálparvenjari í KÍF, har hann eisini onkrar løtur hevur verið á vøllinum.

 

Kyndil skrivar soleiðis:

 

David Edvardsen, sum er eitt kent andlit í felagnum, bæði sum leikari og ungdómsvenjari, verður høvuðsvenjari hjá Kyndilsmonnum komandi kappingarár. Hetta fegnast nevndin um.

 

Vit ynskja David og monnunum bestu eydnu – Framtíðin er grøn!

 

Mynd: Kyndil