David Edvardsen var munurin

(Hondbóltur) Kyndil vann 21-19 á H71 í kvøld. Stóri spælarin var David Edvardsen

Við David Edvardsen á odda vann Kyndil í kvøld 21-19 á H71 í høllini á Hálsi. Kyndil vann seg upp á 5-1 tíðliga í dystinum og megnaði at halda leiðsluna allan dystin. Tað nærmasta H71 kom Kyndli var tvey mál, men tá teir allarmest høvdu brúk fyri einum málið, so vildi tað ikki sum hoyvíkingar vildu.

 

Hinvegin, so hevði Kyndil í David Edvardsen ein mann, sum skorarði tey avgerandi málini. Saman við Rógva Dal Christiansen og Bjarna Sørensen, so tryggjaðu teir Kyndil tey avgerandi málini. Meðan David skoraði tey flestu, so vóru málini hjá Rógva og Bjarna ikki minni imponerandi og týdningarmikil.


Hallur Biskopstø og Hans Kári Hansen hildu H71 inni í dystinum við somuleiðis góðum málum, men til tíðir var Mladen væl upplagdur og tók tað, sum kom av skotum. Eitt sindur sermerkt, so skoraði Ári E. Dam, málverji hjá H71, seinasta málið í dystinum, tá hann við skoti úr egnum málið fangaði Mladen langt úr Kyndla málinum.

 

Kyndil er nú fimm stig frammanfyri H71 á øðrum plássi. Tó hava hoyvíkingar spælt ein dyst færri. VÍF er framvegis oddalið í bestu deildini hjá monnum.

 

Kyndil - H71: 21-18 (10-7)

 

Málskjúttar:

Kyndil: David Edvardsen 7, Rógvi Dal Christiansen 4, Bjarni Sørensen 3, Høgni Klein Olsen 3, Frank Askildsen 2, Hans Arni Thomsen 1, Andrias Sólsker 1

 

H71: Hallur Biskopstø 7, Hans Kári Hansen 3, Rúni Højgaard 2, Pætur Thomsen 2, Helgi Hoydal 2, Ári E. Dam 1, Mark L. Marcher 1, Tróndur Arge 1

 

 

Beinleðis frásøgn:

 

Liðugt: Kyndil fekk málini tá tað stóð mest á. Tí standa teir sum vinnarin av einum annars jøvnum og spennandi dystin á Hálsi í kvøld. Serliga David Edvardsen var tydningarmikið fyri álopsspælið hjá Kyndli, meðan H71 leingi leitaði eftir einum match vinnara.

 

52.min: (18-14) Kyndil hevur í David Edvardsen ein "match vinnara", sum H71 ikki hevur. Hann skorar tey avgerandi málini. Gott nokk onkur upp á brotskøst, men hann skorar tey við einum slíkum tryggleika, at smittar av upp á restina av liðnum. H71 hevur framvegis ongantíð megna at vunnið innaftur leiðsluna frá fyrstu minuttinum.

 

42.min: (14-12) H71 arbeiðir hart fyri at koma upp á javnt, men hvørja ferð tað nærkast fær Kyndil hol á í hinum endanum. Ferðmikil og spennandi dystur. Tað er framvegis full ferð á og einki bendir á, at tað verður øðrvísi seinasta korterið.

 

Hálvleikur: (10-7) Kyndil er á odda við trimum í hálvleikinum. Hetta er ein leiðsla teir vunnu sær longu fyrstu minuttirnar. Síðani hevur gingið javnt á. Kyndil sleppur skjótari til skotini enn H71, og tykist tað sum H71 er nógv á bóltinum. Mladen í málinum hjá Kyndli hevur tikið onkrar fríleyparar, men annars er torført at pilka nakran spælara burturúr í fyrra hálvleiki.

 

27.min: (9-7) H71 tekur time-out. Teir hava eitt sindur trupult við at spæla seg gjøgnum verjuna hjá Kyndli. H71 hevur bóltin nógv meir í løtuni, meðan Kyndil ger skjótari av í álopsstøðunum.

 

21.min: (8-5) Tað er full ferð á mansdystinum. Høllin er full av áskoðarum og tað skapar ein spentan stemmning í høllini. Bæði liðini leggja nógv fyri í renninginum fyrstu løtuna og tað sæst aftur í onkrum av teknisku villunum. Kyndil kom best frá start og heldur tað leiðsluna.

 

 

 

Undan dystinum:

Hjá monnunum er VÍF á odda við 16 stigum, meðan Kyndil hevur 13 á øðrum plássi, og H71 tíggju stig á triðja plássi. Tí er langt upp til ein spennandi dyst, sum kann fáa stóran týdning fyri stríðið um annað plássið, ið gevur atgongd til FM finaluna komandi ár.

 

Hesin dysturin avgerð einki, men vinnur Kyndil, so verður munurin heili fimm millum liðini. H71 hevur spælt ein dyst færri, og tí kann ein sigur spæla til stóran fyrimun fyri hoyvíkingar.

 

Stigatalvan:

1. VÍF 16

2. Kyndil 15

3. H71 10

4. Neistin 7

5. KÍF 6

6. StÍF 4

7. Team Klaksvík 4

 

Hondbóltur í vikuni:

Mikudagin:

Kl. 18.30 Kyndil – Stjørnan (kvinnur) Les grein HER

Kl. 20.00 Kyndil – H71 (menn)

  

Hósdagin:

Kl. 20.30 Søljan – Neistin (kvinnur) 

 

Fríggjadagin:

Kl. 20.00 StÍF – VB (kvinnur)