32 ára gamli spanski málverjin, David de Gea hevur verið málverji hjá Manchester United síðani 2011.
Sáttmálin hjá honum við felagið gongur út í summar, men í samrøðu við Manchester Evening News sigur David de Gea, at hann er vónríkur um, at sáttmálin kann leingjast nøkur ár aftrat.
David de Gea sigur í samrøðuni, at hann ynskir at enda fótbóltsyrkisleiðina í Manchester United.
David de Gea er framúr sterkur á strikuni, og hann hevur nógvar bjargingar. Men hann er eingin Manuel Neuer tá tað kemur til at spæla bóltin. Tí hevur verið hildið, at høvuðsvenjarin hjá Manchester United heldur vildi hava ein málverja, ið kundi taka meira lut í spælinum. Tó hevur De Gea vart málið sera væl undir Ten Hag.