David De Gea til PSG

Bretsk bløð skriva í dag, at málverjin hjá United fer til PSG – ókeypis

David De Gea verður av mongum mettur sum ein av heimsins bestu málverjum seinnu árini. Nú skriva bretsk bløð, at spanski málverjin skiftir til PSG í summar, tá sáttmálin við Manchester United gongur út.

 

Millum annað skrivar Dailymail, at Manchester United í eina tíð hevur roynt at longt sáttmálan við væl lýdda málverjan, men tað gongur ongan veg. David De Gea var eisini á veg til Real Madrid í 2015, men bara ein illa virkandi faksmaskina stóð í vegin. Skiftið bleiv ikki gjøgnumført, tí klokkan gekk undan á seinasta degnum av flytingarvindeyganum.

 

Av tí at sáttmálin hjá málverjanum gongur út í summar, so verður ikki neyðugt hjá PSG at gjalda fyri skiftið. Hartil kann PSG alment gera sáttmála við David De Gea 1. januar 2019. Mett verður, at árslønin verður um 150 milliónir krónur, sum ger hann til best lønta málverjan í heiminum.

 

Paris Saint-Germain keypti í ár 40 ára gamla Gianluigi Buffon frá Juventus. Her verður mett, at hann skal verja málið restina av kappingarárinum, áðrenn David De Gea skal verða málið í franska høvðusstaðnum.

 

Gitingarnar eru nógvar, tí mett verður eisini, at Neymar Jr endar í Real Madrid.