David Cameron kallar Boris Johnson fyri populist

Fyrrverandi bretski konservativi forsætisráðharrin, David Cameron, skuldsetir Boris Johnson fyri bara at stuðla brexit fyri at fremja sína egnu politisku yrkisleið.

Fyrrverandi forsætisráðharrin hevur eitt óvanliga hvast álop á núverandi forsætisráðharran, Boris Johnson, í brotum úr endurminnigum sínum, sum eru almannakunngjørd í dag.

Cameron leggur Johnson undir bara at stuðla brexit fyri at fremja sína egnu politisku yrkisleið.

Fyrrverandi stjórnarleiðarin sigur, at Johnson helt, at hann fór at gerast ein politisk stjørna í konservativa flokkinum, um hann tók undir við brexit í valstríðnum og upp til bretsku fólkaatkvøðuna um ES limaskapin í juni í 2016.

Cameron sigur, at hugsanin hjá Johnson tá var, at tað átti at verið skrivað út enn ein fólkaatkvøða fyri at fáa váttað frá fólkinum, at tey vildu úr ES. Hesum hevur Johnson tó afturvísti.

Í broti úr endurminningunum hjá Cameron, sum er almannakunngjørt í The Sunday Times í dag, verða ES-mótstøðufólk eisini løgd undir at lúgva fyri fólkinum.

Johnson og ein av lyklaráðharrum hansara, Michael Gove, sum fyrr var ein av nærmastu vinum hjá Cameron, verða lagdir undir at standa aftan fyri eina »populistiska linju«, har teir leggja hatur á serfrøðingar og brongla fakta.

52 ára gamli Cameron, sum tók stig til fólkaatkvøðuna í vón um, at bretar fóru at vilja vera verandi í ES, hevur stórt sæð ikki verið at hoyrt alment síðani fólkaatkvøðuna.

Men bókaútgáva hansara við politisku endurminningunum kemur í eini sera baldrutari tíð, har bretar framvegis eru í stórari kreppu um brexit, og har stór óvissa ræður um, hvat skal henda við brexit-dagfestingini 31. oktober.

Cameron avdúkar, at hann royndi at halda Johnson millum ES-viðhaldsfólkið í 2016 við at bjóða honum starvi sum verjumálaráðharri í stórn síni.

Men Johnson valdi sambært Cameron at fylgja politisku ærusjúku síni og spæla høgt spæl við einum brexit, sum hann í veruleikanum ikki trúði uppá.

– Johnson helt, at ES-mótstøðufólki, sum ynskti brexit, fóru at tapa fólkaatkvøðuna, og um tað ikki hendi, so blivu nýggjar samráðingar og ein nýggj fólkaatkvøða, skrivar Cameron.

Hann sigur, at Boris Johnson metti, at »ein og hvør helst høgstandandi konservativur politikari, sum fór inn í stríðið fyri brexit, sum var so løtt við fosturlandskærleika, fullveldi og romantikki, fór at gerast ein politisk stjørna í konservativa flokkinum«.

Cameron lýsir í endurminningum sínum framferðarháttin hjá Johnson og Gove fyri síni egnu stjórn sum »andstyggiligan«. Hann sigur, at teir vendu bilda eygað til nei-síðuna, tá tey við vilja snara fakta.

 

/ritzau/AFP