Aftur ein av teimum, ið kann sigast at vera gamal í garði. David Bowie hevur verið við síðani í sekstiárunum. Bara tað er væl klárað, nú vit brátt skriva ár 2000.
Tað stuttliga við David Bowie er, at eingin nakrantíð hevur kunnað sagt seg vita hvar hann hevði David Bowie. Altíð ein nýggj gøta at granska á leiðini sum leitandi tónleikari og skrivari. Og í sekstiárunum var tað ikki bert tónleikurin, men eisini andlitið, ið broyttist. Maðurin við 1000 andlitum, varð hann einaferð róptur. Jú, honum dámdi væl at klæða seg í, og at spæla við tí, ið nevnist image. Soleiðis kallaðist hann eisini einaferð Ziggy Stardust. Maður, hvørs eygu ikki eingang hava sama lit. Og tað hava plátur hansara heldur ikki, soleiðis tónlistarliga sæð.
Tá hann gav Let?s Dance út, fullu mong fyri honum, sum áður ikki høvdu megnað at klíva upp um gáttina og inn í alheimin hjá David Bowie. Men tá helt hann seg vera komnan ov nær handilsvøruni og vendi við aftur.
Maðurin, ið hevur roynt tað mesta. Bæði so og so. Seksti og sjeytiárini við sex, drugs og rock?n roll. Filmsleikari, tónleikari og (ið hvussu er skuldsettur fyri at vera) elskari hjá Mick Jagger.
Men ein tilkomin Bowie er komin heilur ígjøgnum hetta, tykist.
Nýggja fløgan er kanska ikki tann mest áhugaverda. Ein av teimum, ið eru lættar at svølgja. Nakað sum Let?s Dance. Men tó. Hetta er Bowie, og tá veit ein omgantíð.
Hann skal upplivast, hoyrast.