Tað er fyri løtu síðani váttað, at tónleikarin David Bowie er deyður. Hetta verður váttað á almennu facebook síðuni hjá David Bowie: https://web.facebook.com/davidbowie/?fref=ts
Bowie doyði í gjár, og verður hetta váttað í morgun.
Bowie hevurí 18 mánaðir verið krabbasjúkur. Hann gjørdist 69 ára gamal. Hann fylti ár fyri trimum døgum síðani.
Bowie hevur staðið frammaliga á altjóða tónleikapallinum síðani sekstiárini. Hann breyt mangan úr nýggjum, og eisini var hann kendur fyri at broyta útsjónd ofta.
Bowie hevur júst útgivið tónleikaútgávu, ið var hansara 28. útgáva. Útgávan Blackstar kom út fyri tveimum døgum síðani.











