1. august í 1977 tók 28 ára gamli miðvingurin David Johannesen við sum sóknarprestur í Vága prestagjaldi. Nú 25 ár seinni takkar hann fyri seg. David fór alment frá sum sóknarprestur 1. august, men verður sitandi í embætinum til nýggjur prestur tekur við.
Sunnudagin hevur hann tó sína seinastu prædiku í Mykinesi.
- Eg fari at biðja farvæl í Mykinesi sunnudagin. Har havi eg altíð kent meg væl. Tey hava altíð verið blíð og eg havi verið væl móttikin, so eg havi bara tað besta at bera teimum, sigur David, sum viðgongur, at tað er øðrvísi at vera prestur nú, enn tað var, tá hann tók við fyri fjórðingsøld síðani.
- Í dag er alt til umrøðu. Spurnartekin verður sett við alt. Soleiðis var tað ikki fyrr, og tað merkir, at tað er meiri krevjandi at vera prestur í dag. Tú skalt altíð hava eitt svar klárt, verja teg og tala tína søk. Tað er als ikki bara keðiligt, tí tað vísir, at fólk hava áhuga fyri tí, sum tú gert, og at tað kemur teimum við, heldur David.
Ætt og uppruni
David Johannesen hevur øll árini, hann hevur verið prestur, virkað í prestagjaldinum, har hann var føddur tann 19. mai 1949. David er sonur Steintór Johannesen, skipara úr Miðvági, og Marin Kristinu, fødd Davidsen, úr Kvívík.
Í faðirætt er hann av Birtifamiljuni. Abbin var Birtijóhannus og omman Jóhanna Nattestad. Í móðurætt er hann í familju við tey frammi í Húsi í Kvívík. Abbin var David Davidsen og omman Marin Højgaard. Í móðurætt er hann í familju við tey á Miðgerði í Kollafirði.
27. juni 1981 giftist David Siggu Mariu Joensen, radiografi, úr Klaksvík. Tey eiga tríggjar døtur, Maritu, Karin Elisu og Honnu Kristinu.
Í 1967 tók hann realprógv á Giljanesi, og fór síðani niður til Danmarkar, har hann í 1969 tók klassiskt málsligt studentsprógv á Rønde Kursus. Í 1976 tók hann gudfrøðiligt embætisprógv við lærda háskúlan í Århus.
Árið eftir var tað, at David tók við sum sóknarprestur í Vága prestagjaldi, men nú takkar hann fyri seg. Umframt at hava røkt prestagerningin, hevur David verið virkin rithøvundur og sum skilst, fer hann at gera meira við hetta nú.