David Beckham vann á Thierry Henry

David Beckham legði upp til einsamalla málið hjá LA Galaxy í 1-0 sigrinum á New York Red Bull, sum hevur Thierry Henry á liðnum. Talan var um fyrri fjórðingsfinaluna í landskappingini í bestu deildini í Amerika.

 

Góði gamli David Beckham dugur enn. Við millimetur neyvum frísparki legði hann upp til einsamalla málið, sum Mike Magee fluktaði í kassan, sambært LA Times. Ein annar gamal kenningur úr Premier League, Robbie Keane, mundi eisini komið á máltalvuna, tá hann rakti stongina.

 

Eftir dystarenda fóru menn til hendurs og tað endaði við at fyrrverandi Barcelona leikarin og núverandi New York Red Bull leikarin, Rafael Marquez, fekk reytt kort.

 

Sambært LA Times, so var lítið um Thierry Henry og hansara liðfelagir úr New York Red Bull. Seinna hálvfinalan millum liðini verður hósdagin á Home Depot leikvøllinum hjá LA Galaxy.

 

Sáttmálin hjá David Beckham gongur út skjótt og óvist er hvar hann fer. Millum feløgini, ið hava víst áhuga fyri honum eru Tottenham, QPR og franska Paris Saint-Germain. Venjarin hjá LA Galaxy, Bruce Arena, sigur sambært LA Times, at tað 50-50, um enski miðvallarin heldur fram í LA Galaxy.