Todd Russell og Brant Webb vórðu í vár fangaðir undir jørðini, tá minan, ið teir arbeiddu í, rapaði saman. Teir vóru fangaðir í 15 døgn undir jørðini, ígjøgnum eitt hol fingu teir samband við bjargingarfólkið, og bóðu um ein iPod við tónleikinum hjá Foo Fighters, so teir høvdu okkurt at taka sær til, meðan teir bíðaðu. Tá Foo Fighter sangarin Grohl hoyrdi um hetta, bjóðaði hann teimum á konsert við bólkinum. Hann bjóðaði at flúgva teir hvar sum helst í heiminum á Foo Fighters konsert, men teir hava enn ikki tikið av tilboðnum. So nú fer Grohl til teirra, skrivar tv2.dk.