Datt og doyði

Løgreglutíðindi

Týskvøldið 7. mai, var ein 55 ára gamal maður áhaldsin, og datt í trappunum uttanfyri Ebenezer í miðbýnum í Havn. Frá politistøðini í Havn verður sagt, at alt bendi á, at maðurin var ávirkaður av rúsdrekka. Hann datt og smekkaði høvdið í, og varð síðani innlagdur á Landssjúkrahúsið. Maðurin varð stabiliseraður, men fekk eitt tilbakarfall og doyði. Hildið verður, at hetta var av fallinum, men tað er ikki vist.