Amerikanska rúmdarumsitingin kunngjørdi seinnapartin, at alt bendir á, at fylgisveinurin UARS datt niður í Kyrrahavið. Óheftir serfrøðingar halda, at leivdirnar av tí eina ferð so stóra fylgisveininum helst duttu niður í havi úti fyri amerikonsku vesturstrondini.
Tann 20 ára gamli UARS vigaði upprunaliga seks tons, men amerikonsku serfrøðingarnir høvdu roknað út, at 26 petti av fylgisveininum fóru at koma niður á jørðina. Tilsamans vigaðu tey góð 530 kilo.
Tær fyrstu útrokningarnar hjá NASA um, nær UARS fór at detta niður, hildu annars ikki, og fylgisveinurin datt niður fleiri tímar seinni, enn NASA upprunaliga hevði sagt.