Nógv umrøddi UARS fylgissveinurin, sum datt niður í farni viku, datt niður langt úti í óbygdum í Kyrrahavi, beint ímillum Suðuramerika og Avstralia.
Tað hava Nasa og amerikanski herurin funnið útav í felag, skrivað fleiri fjølmiðlar.
Tað mesta av fylgissveinum kolaðist upp, men mett verður at 26 petti vóru so mikið stór, at tey duttu niður.
Tilsamans metir NASA, at eini 600 kilo av vraklutum duttu niður
Men tað gjørdu tey so onkustaðni mitt í Kyrrahavi, langt burtur frá, har nakað fólk býr.
Hinvegin veit NASA ikki at siga akkurát hvar hann datt niður, tí fyribils vita tey ikki um nakran, sum hevur sæð, hvar hann datt niður.









