Gjárkvøldið fekk politiið boð um, at ein maður var dottin á motorsúkklu í Gassadali oman fyri Vestmanna.
Hann hevði sligið høvdið í, men hann var í hjálmi. Eisini trýsti í bringuni á honum.
Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið, og politiið hevur fingið at vita, at hann einki mein hevur fingið.










