Kenda fjallið varð stongt, meðan líkið varð bjargað.
Tað skrivar norska løgreglan á sosiala miðlinum X.
Umleið klokkan 10.30 í dag komu fyrstu boðini um, at ein persónur var gliðin av kantinum á tí 600 metrar høga klettinum.
Løgregla og bjargingartyrla vóru við í bjargingini.
Minni enn ein tíma aeftir fyrstu boðini frættist, at persónurin varð funnin deyður eftir at vera fallin 200 metrar.
Preikestol – á føroyskum Prædikustólurin – er ein fjallaslatti, sum er umleið 600 metrar høgur niður í Lysefjorden.
Persónurin, sum gleið, var við einum lítlum ferðalag, skrivar norska løgreglan.
/ritzau/










