Datt ígjøgnum takið

Leygarmorgunin tá menn vóru í holt við at taka høllina niðri á Farstøðini niður, sum Føroya Ríðingarfelag skal hava niðan í Havnardal, datt ein maður ígjøgnum takið

Leygarmorgunin vóru menn í holt við at taka eina høll niðri á Farstøðini niður. Høllin skal flytast niðan í Havnardal, tí Føroya Ríðingarfelag hevur fingið høllina.
Ein av monnunum var áhaldsin og trakkaði á eitt takvindeyga. Hann datt hálvan fjórða metur niður og breyt vinstra arm og alboga. Av politistøðini í Havn verður upplýst, at maðurin var eisini lagdur undir skurð.
Óhappið kemur undir lóg um arbeiðsumhvørvið, og var Arbeiðseftirlitið tí eisini boðsent. Um óhappið komst av ósketni ella um tað var eitthvørt, ið ikki var í lagi, er upp til Arbeiðseftirlitið at meta um.
Tað eydnaðist okkum tíverri ikki at fáa fatur á Arbeiðseftirlitinum áðrenn blaðið fór til prentingar.

Myndatxt: Leygarmorgunin um tíggju tíðina datt ein maður ígjøgnum takið á høllini niðri við Farstøðina. Hann breyt vinstra arm og alboga

Mynd: Eirikur Lindenskov