Datt fimm metrar niður á hellu

Smádrongur slapp væl frá álvarsligum óhappi í gjár

Í gjár fekk Alarmsentralurin hjá løgregluni boð um ein smádrong, sum var dottin í Mykinesi.

Løgreglan veit ikki akkurát, hvussu óhappið hendi, men boðini vóri, at fallið var álvarsligt, tí hann var dottin einar fimm metrar niður á hellu og at hann hevði fingið skaða í høvdið.

 

Tí varð tyrlan alt fyri eitt send eftir dreinginum, og hann varð fluttur á Landsjúkrahúsið, sigur løgreglan.

 

Men síðani hevur løgreglan frætt, at eftir umstøðunum slapp hann rættiliga væl frá fallinum, og at einki var brotið.