Í súkklukappingini hendi eitt óhapp fyrrapartin.
Rogve Grønlund Larsen var so óheppin at koyra útav í mjørkanum uppi við Skarðið á veg til Fámjins.
Tey vóru bangin fyri, at hann hevði borið ryggin, men so var tíbetur ikki. Hann varð tó innlagdur á Suðuroyar Sjúkrahús.
Óhappið hevði við sær, at kappingin steðgaði eina løtu.