Fyrr í kvøld fekk løgreglan fráboðan um, at ein ungur maður var dottin á motorsúkklu í Klaksvík. Óvist var, hvussu viðkomandi var fyri, so løgreglan valdi at senda ein sjúkrabil á staðið.
- Tann, sum boðaði frá, segði, at maðurin klagaði um pínu í knænum, hondini og mjødnini. Í tílíkum førum biða vit viðkomandi liggja í frið, inntil ein sjúkrabilur kemur á staðið.
Ungi maðurin varð síðani fluttur á sjúkrahúsið til nærri kanningar.
Óvist er, hvat orsøkin var til ferðsluóhappið, men sambært løgregluni, so ringdi ein persónur stutt aftaná, og boðaði frá, at tað var sera hált á vegnum, har ungi drongurin var dottin. Tískil kannar løgreglan nú, um olja ella okkurt annað liggur á vegnum.