Datt 30 metrar og slapp við lívinum

Ein 41 ára gomul kvinna slapp undrunarvert við lívinum eftir at hon koyrdi út av sættu hædd á einum parkeringshúsi í Melbourne. Ein 41 ára gomul australsk kvina má vera fødd undir einari hepnari stjørnu. Hon slapp undrunarvert við lívinum, eftir at hon koyrdi sín silvurgráa Mitsubishi Outlander út av sættu hædd á Kim Lim parkeringshúsinum í Melbourne, Australia, skrivar Herald Sun.

Bilurin fleyg 30 metrar niður og lendi á ferðafólkasíðuni, framvegis við kvinnuni handan róðrið.

- Tað er púra ótrúligt, at hon er á lívi. Eg haldi, at fleiri ting hava havt ávirkan á, at hon slapp við lívinum: airbags, trygdarbelti ? og ikki minst hepni, sigur portørurin Matthew Ridle við Herald Sun, eftir at teir høvdu fingið kvinnuna leysa.

Hann sigur eisini, at tað tykist, sum bilurin hevur rakt aðrar bygningar á veg niður.

- Tað var ein ræðulig sjón. Eg skilji als ikki, at kvinnan framvegis var á lívi. Tað ljóðaði, sum um ein bilur bleiv smildraður sundur. Soleiðis ljóðaði í 5-6 sekund, áðrenn eg hoyrdi eitt øgiligt brak, sigur eygnavitnið, Michael Rockefeller við australska blaðið.

Eingin skilir heilt, hvussu kvinnan slapp so væl frá vanlukkuni.

- Hon hevði eitt álvarsligt kut í høvdinum, sum vit viðgjørdu i sjúkrabilinum, sigur Matthew Riddle.

Alt bendir á, at kvinnan slapp við kutinum í høvdinum og nøkrum bláum merkjum, men hon verður kortini innløgd, so læknarnir kunnu hava eyga við henni.