Fyri fýra árum síðani møtti 33 ára gamli Lindi í Gerðum filipinsku konu síni Jocelle á Facebook. Eitt tilvildarligt møti, sum kollvelti bæði hansara og hennara lív.
Lindi og Jocelle eiga ein tvey ára gamlan son og lítla familjan býr nú í Klaksvík.
-Eg plagi at siga, at tað átti at verði ógjørligt, tí tað líkist als ikki mær, at skriva til ein tilvildarligan persón á netinum, sum eg ongantíð havi tosað við. Tað gjørdi eg fyri fyrstu ferð, tá eg skrivaði til Jocelle, og eg trúgvi at Gud tá gav mær eitt svar, sigur Lindi í Gerðum í grein í Sosialinum.
Til ber at lesa samrøðuna við Linda og Jocelle og stórt tema um dating á netinum í Sosialinum, sum er í sølubúðunum fríggjamorgunin.