Heimasíðuheitið dating.fo er skrásett, og sambært manninum, ið eigur heitið Hanus Kjærbo, so er ætlanin at gera ein portal, har føroyingar kunnu hittast, kjatta og kanska eisini gera avtalu um at hittast í veruleikanum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Kollvelt sambond
Alnetið hevur kollvelt samveruna millum menniskju um allan heim, alt fleiri fólk koma í samband við hvør annan umvegis telduna. Longu í barnaárunum hjá alnetinum, vóru tað kjak síðurnar, ið vóru tær best umtóktu, og nógv pør kring allan heim hava funnið hvørt annað umvegis alnetið. Eitt nú var Faroese Chat eitt satt gullnám fyri alnetskærleika fyri nøkrum árum síðan. Nú er danska heimasíðan Arto.dk sera væl umtókt millum yngru føroyingarnar.
Í Danmark hevur heimasíðan dating.dk síðan 1998 voksið seg risa stóra, og telist nú millum mest vanligu mátarnar hjá støkum dønum at koma í samband við hvør annan.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Marknaðurin er búgvin
Men ber tað til, at fáa stakar føroyingar at leggja sína vangamynd á ein portal, ið bert hevur til endamáls at hitta aðrar stakar føroyingar?
Hanus Kjærbo heldur, at tað ber til. Hann vísir á, at føroyingar á kjaksíðum sum faroese chat longur fyri fleiri árum síðan, byrjaðu at skapa sambond umvegis alnetið. Tá komu beinanvegin fleiri heimasíður, har yngru kjattararnir løgdu sínar vangamyndir, so hetta er ikki eitt ókent fyribrigdi á okkara leiðum. Hanus sigur, at hann metur, tað vera júst tey yngru, ið fara at n!ta síðuna dating.fo.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ikki við bræði
Hanus greiður frá, at sjálvt um hann tr!r, at marknaðurin er búgvin, so verður tað ivaleyst ikki við bræði, at dating.fo letur upp. Hann er í løtuni í ferð við aðrar verkætlanir, ið skulu avgreiðast áðrenn farið verður undir henda portal. Føroyski marknaðurin er jú ein rættiliga lítil marknaður, tí havi eg valt ikki at priorietera júst hetta hægst., sigur hann.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Rekur danskar portalar
Hanus Kjærbo er búsitandi í Danmark, har hann júst er liðugur við útbúgvingina sum datamatikari. Hann rekur sítt egna virkið, ið umsitur portalarnar dkjobs.dk, freelance.dk, studiejobs.dk, salgsjob.dk. Hann hevur sostatt nógvar royndir við arbeiðunum við portalum.
Tekning av dating
Nú sleppa føroyingar skjótt eisini at kn!ta ástarbond á føroyskum dating-portali. Enn er tíðarætlanin ikki greið, men navnaøkið er longu funnið