Hvat er títt starv?
Miðlateknikkari og vertur
Hvat er tað besta við starvinum?
Allar tær smáu avbjóðingarnar í gerandiddegnum – og tær eru nógvar. ;-)
Nervar dead-line teg?
Ja og nei.
Er tú til hund ella kettu?
Hvørki
Hvønn tónleik dámar tær best?
Fyri tað mesta Rock 'n' Roll, men mær dámar allan tónleik
Hvat ger teg í góðum lag?
Láturin frá konuni og børnunum
Hvat ger tú í frítíðini?
Hvat? Frítíð? Hvat er tað? Nei tvætl... Eg royni at gera mær kjallaran lidnan til brúks. Annars verður familjan raðfest ovarliga.
Ferðast tú í egnum landi?
Ja.
Er tú til aktiva feriu ella vil tú sleikja sól á strondini?
Dasarí í sólini er akkurát eg...
Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpinum?
Ikki nøkrum bestemtum, men mær dámar væl NCIS.
Hvussu eru tínir matvanar?
Eg ansi ov illa eftir hvat eg eti, tíverri.
Hvat er tín lívrættur?
Stokt ræst kjøt er eitt tað besta eg fái.
Dámar tær at gera mat sjálvur?
Ja, sera væl.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Beint nú ”Home Recording for dummies” Hehehe... ;-)