Darwin og trúarlívið

Símun Absalonsen



Tinghellan í Sosialinum var herfyri karmur um nakrar greinar, ið settu spurnartekin við menningarástøðið hjá Darwin. Sjálvur átti eg tvær av hesum greinum. Nakað av skriving hevur verið um hetta, og sjálvsagt eru meiningarnar ymiskar. Um vit øll høvdu somu meining og hugsaðu eins, so var heldur ikki neyðugt við nakrari Tinghellu.

Tær greinar, ið vit skrivaðu, løgdu áherðslu á, at darwinisman á mongum økjum hevur álvarsligar forkláringstrupuleikar, og her vóru ítøkilig dømi nevnd. Tað er ikki pláss at endurtaka hesi dømi, men eg vil undirstrika, at tað finnast fleiri persónar við dokraraheiti í náttúruvísundi, ið halda fast við, at hesir forkláringstrupuleikar ongantíð koma at fáa eitt svar. Tey aftursvar, ið hava verið til greinar okkara, hava tí heldur ikki ítøkiliga viðgjørt tey ivamál, ið vit settu fram, men hava í staðin viðgjørt granskingarhættir og siðvenju á granskingarøkinum. Síðani verða forkláringstrupulleikarnir hjá darwinismuni gruggaðir við skriving um, at onkur følir trongd til at prógva, at Várharra er til osfr.

Spurt verður, hví vit skriva hesar greinar, og eisini verður nomið við spurningin um fakliga vitan. Sjálvur eri eg leikmaður á hesum øki. Eg havi kandidatútbúgving, men hon liggur uttanfyri náttúruvísundaliga økið. Men tveir hava so kandidatútbúgving innanfyri náttúruvísundaliga økið. Skrivingin snýr seg kortini ikki um akademiskt bringuprýði; fakfólk eru rúkandi ósamd sjálvt á professarastøði. Í fjør hoyrdi eg umleið 10 fyrilestrar í Halmstad í Svøríki. Allir fyrilestrarnir viðgjørdu viknandi vísundaliga støðið í darwinismuni, og nærum allir fyrilestrahaldarar høvdu Ph.D ella doktaraheiti í náttúruvísund.

Darwinisma og ateisma
Ikki allir darwinistar eru ateistar, men mín fatan er, at allir ateistar eru darwinistar. Darwinisma er tí ein týðandi partur í ateistiskari propaganda. Hetta kemur fram í fleiri bókum og í ørgrynnu av heimasíðum. Henda propaganda viðurkennir ikki, at darwinisma hevur nakrar forkláringstrupuleikar. Eisini verður ført fram, at darwinisma er beinleiðis í andsøgn við kristindómin.

Tað er ein av orsøkunum til at eg skrivaði mínar greinar. Náttúruvísundi og heimsspeki hevur havt mín stóra áhuga í fleiri ár, og ikki so lítil partur av frítíð er farin til at lesa omanfyri nevndu vísundagreinar.

Í 2002 kom bók út í Noreg sum søguliga viðgerð ávirkanina hjá Darwin á norskt andslív. Bókin er skrivað av tveimum professarum í lívfrøði (Hessen og Lie). Teir vísa m.a. at danin Georg Brandes borðreiddi við ateismu og darwinismu fyri norska fólkinum, og "umvendi" partar av norsku kulturelituni. Bjørnstjerne Bjørnson kvetti við sín grundtvigska kristindóm og skrivaði í einum brævi til svenska høvundan Ellen Key: "Utviklingslæren må bli religion" (1880).

Menningarlæran er tí neyvan so meinaleys fyri krisdindómin, sum onkur vil vera við. Men menningarlæran er eitt vísundaligt ástøði, og skal skal sjálvsagt viðgerast útfrá vísundaligum arbeiðshættum.

Positivisma
Filosofiska grundarlagið undir menningarlæruni er positivisma. Tvs. vit eiga at granska og finna svar innanfyri góðkendar granskingarhættir. Eitt svar skal sostatt gjøgnum hetta sáld fyri at verða góðkent.

Tað er skilagott at granska og leita eftir svari, so hesin parturin av positivismuni er positivur. Náttúruvísundin hevur eisini vunnið nógvar sigrar á pátrúgv.

Tá t.d. toran gekk, trúðu teir gomlu norðbúgvarnir, at hetta stavaði frá atferð gudanna. Náttúruvísundin hevur eitt meira skilagott svar uppá snarljósið. Men positivisman ger eitt stórt mistak. Hon sigur treytaleyst, at tað finst altíð eitt svar uppá vísundaligar gátur, hóast vit ikki kenna svarið her og nú. Harvið leitar positivisman mangan í blindum, og smoyggir sær samstundis úr sínum forkláringstrupuleikum. Eitt gott dømi er spurningurin um upprunan til lívið. Hetta er ein herskin biti hjá darwinismuni, og svarið er í dag fjarari enn nakrantíð, av tí at jú meira granskað verður, jú meira fjøltáttað gerst lívið, sjálvt tá tað er mest einfalt. Upprunin til informatiónina í DNA er ein annar trupuleiki. Av tí at informatiónin er metafysisk, meina fleiri granskarar, at hesin forkláringstrupuleiki er seymurin í líkkistuna hjá positivismuni.

Positivisman hinvegin játtar bert, at hon kennir ikki svarið, men at hon leitar eftir tí. Hon kann jú svara tað sama um 10.000 ár.

Darwinisma og gudsprógv
Georg Wald er íðin talsmaður fyri menningarlæruna. Hann fekk nobelvirðisløn í vísundi í 1969. Hann sigur m.a. soleiðis: "Tá talan er um upprunan til lívið á hesi jørð, so eru bert tveir møguleikar, skapan ella spontan menning. Ein 3. møguleiki finst ikki. Spontan menning er mótprógvað, men tað sendir okkum beinleiðis í føvningin á hini niðurstøðuni sum er yvirnáttúrlig skapan. Men hetta kunnu vit ikki góðtaka á filosofiskum grundarlagi. Tí halda vit fram at trúgva á tað ómøguliga, at lívið byrjaði spontant av tilvild." (kelda: Scott Huse: "The Collapse of Evolution" bls.3)
Filosofiska útgangsstøðið hjá Wald hevur størri týdning enn náttúruvísindaligar sannføringar. Eisini sigur Wald, at møgulig falsifisering av darwinismu er óbeinleiðis skapanarprógv, og hetta ljóðar logiskt, men positivisma stýrir treytaleyst allari granskan.

Men mørk verða flutt hvønn dag. So seint sum í seinastu viku (9. des.) kom Associated Press við einum tíðindastubba við yvirskriftini: ?Leading Atheist Philosopher Concludes God´s Real?.

Talan er um 81 ára gamla bretska professaran í heimspeki Antony Flew. Hann hevur verið treytaleysur positivistur og hevur verið millum kendastu ateistar í Bretlandi í meira enn hálva øld. Flew hevur ikki konvertera til nakra religiøsa trúgv, men sigur við atliti til m.a. DNA: ?A super-intelligence is the only good explanation for the origin of life and the complexity of nature.?

Heimasíðan hjá "Christianity Today" ger nógv burturúr hesum, og ateistiska heimasíðan www.infidels.org sissar sínar lesarar og sigur, at Flew bert trýr á ein "minimal God".

Er positivisma treyt fyri gransking?
Í Sosialinum t. 10/12 hevur Magnus Gaard (MG) viðmerking til skrivingina í tinghelluni, har hann m.a. lýsir háttalag og endamál við vísundi. Har stendur m.a. "Drívmegin í náttúruvísindini er, og fer altíð at vera, ivin og forvitni! Um vit velja at brúka Várharra til at forklára lík og ólík náttúrufyribrigdi við, so taka vit ivan og forvitni út náttúruvísindini, og so steðgar hon upp."

Hesa grundgeving havi eg mangan sæð áður, men eg eri ósamdur. Um hetta var so, so høvdu persónar sum Kopernicus, Galileo, Newton, Kepler, Pascal, Pasteur o.fl. helst ongantíð verið granskarar. Galileo segði, at hann granskaði bert í tveimum bókum: -Bók Guds og bók náttúrunnar. Newton segði, at trúgvin á skaparan gav honum íblástur at granska tað skapta.

Objektivt trúarlív
Seinast í greinini hjá MG verður ávarað ímóti objektivering av Várharra. Víst verður í staðin til ta subjektivu síðuna av trúarlívinum (samvitskan) smb. Martin Luther.

Hertil er at siga, at sjálvandi er trúgvin altíð subjektiv, men teologiskt hevur tilvitskan um Gud bæði eina objektiva og eina subjektiva síðu. Vit kunnu t.d. ímynda okkum mannaspor í kava. Tað er sjónligt prógv um, at her hevur ein fótur stigið, men tað gevur okkum treyðugt nakra vitan um, hvør ella hvussu persónurin er.

Í Halgubók verður áhaldandi heitt á menniskjað um at "lesa" handaverk skaparans í alheiminum og náttúruni. Tað umfatar væl eisini DNA, genir, kompleksitet v.m. Tað er tað, sum greinar okkara í tinghelluni gera. Um hetta er at gera gjøldur burtur úr tí gudsfatan, sum nógv trúgvandi fólk hava og harvið objektivera trúnna, so meti eg, at mergjaði sálmurin hjá Brorson: "Op al den ting?" er ein speirekan av gudstrúgv og gudsfatan. Onkur dani hevur annars skírt henda sálm sum tindin í donskum skaldskapi, og hann hevur hugtikið meg líka síðani vit lærdu hann í 6. flokki í fólkaskúlanum.

Lutherskur kristindómur
Við atliti til lutherskan kristindóm sum MG vísir til, so hugsi eg, at vit skilja Luther best við at síggja yvirskriftina í reformatiónini (Sola Scriptura) "skriftin eina", og harumframt í luthersku trúarjáttanini. Henda játtan fekk so stóran týdning í luthersku kirkjuni, at hon bleiv ein partur av kirkjunar liturgi, og verður tí endurtikin við hvørja gudstænastu. Her meti eg, at fríkirkjunar hava nógv at læra av fólkakirkjuni.

Fremst í hesi trúarjáttan er trúgvin á Skaparan. Síðani kemur inkarnatiónin, sum jólini altíð minna okkum á. Inkarnatiónin er ikki boðskapurin um, at menniskjað knýtti ættarbond við apur og fiskar, men at Gud varð føddur inn í ætt menniskjans.