Føroya Studentaskúli og HF-skeið skipar í hesum døgum fyri evnisdøgum um Charles Darwin. Dagarnir enda við stórari ráðstevnu týsdagin. Nú 200 ár eftir at Charles Darwin varð føddur, og 150 ár eftir, at hann gav út bókina ?On the Origin of Species by Means of natural Selection?, hava lærdómsstovnar um allan heim sett Darwin á skrá.
Føroya Studentaskúli og HF-skeið skipar eisini fyri evnisdøgum, har arbeitt verður við evnum, sum hava við Darwin at gera.
Av Studentaskúlanum verður sagt, at skúlin hevur til endamáls at fyrireika næmingarnar til at gerast framtíðar vísindafólk og granskarar. Tí skulu evnisdagarnir skapa tilvitsku um, hvat vísindi eru og týdningin, sum tey hava.
- Darwin flutti mørk, eins og Aristoteles, Newton, Kierkegaard og onnur. Og okkara fólk fara kanska at verða millum teirra, sum í framtíðini fara at flyta mørk í lívfrøðini, bókmentunum, tónleikinum, ítróttini, listini ella onkrum øðrum, siga tey úr Hoydølum.
Næmingarnir velja seg í áhugabólkar, sum arbeiða saman dagarnar 19., 20. og 23. november.
Fríggjadagin 20. november kemur Jesper Hoffmeyer, lívfrøðiligur heimspekingur og professari við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn, at halda fyrilestur fyri næmingum og lærarum í ítróttarhøllini á Hálsi.
Næmingarnir fara at leggja síni úrslit fram á Darwin ráðstevnun týsdagin 24. november. kl. 10. Á ráðstevnuni verða helst framsýningar, fyrilestrar, bløð og upplestur av egnum tekstum, listarlig avrik, tónleik, film og sjónleiki. Tiltakið endar týsdagin kl. 15