Dartskelkur: Meistarin úti – legendan í finlauni

Phil “The Power” Taylor kann vinna HM í seinasta dystinum nakrantíð

Um hesa ársins tíð er heimsmeistaraheiti í dart. Sermerkt við kappingini í ár er, at hetta er seinasta kappingin hjá livandi legenduni, Phil “The Power” Taylor. Hann hevur vunnið kappingina 16 ferðir, sum er met.

 

Tí hevur nógv ljós verið varpað á dystirnir hjá honum, tí hvør teirra kann verða tann seinasti. Nú er greitt, at hansara seinasti dystur verður sjálv finalan í World Championship, men tað kemur púra óvart á dartheimin, at mótstøðumaðurin er tann ókendi Rob Cross.

 

Hann er breti, eins og Phil Taylor. Í hálvfinaluni vann hann, á nærmast ótrúligan hátt, 6-5 á verandi meistaranum og favorittinum í kappingini, Michael van Gerwen. Hálvfinalan í gjár verður lýst sum ein tann mest spennandi nakrantíð.

 

Tað endaði við einum alt avgerandi spælið, har Rob Cross var fyrstur at koma frá 501 og niður á null, men tað var ikki fyrr enn Michael van Gerwen hevði tveitt sín avgerandi píl viðsíðuna.

 

Sostatt verður finaln millum 57 ára gomlu ledenduna, Phil “The Power” Taylor, og 27 ára gamal Rob Cross, sum fyri einum ári síðani var elektrikari. Finalan verður í morgin, 1. januar.