Um vikuskiftið var ein av sterkastu dartkappingunum í Føroyum nakrantíð á skránni. Tórshavn Open taldi allar teir sterkastu dartspælararnar í Føroyum, umframt 15 gestaluttakarar úr londumsum Íslandi, Svøríki, Danmark og Týsklandi.
Hóast sterkar luttakarar úr øðrum londum, so stóðu føroyskir dartspælarar eftir sum vinnarar av øllum fýra kappingunum. Jan McIntosh og Lydia á Smið vinnu einstaklingakappingina, meðan Uni Árting og Jan McIntosh annað árið á rað vunnu tvímansleikin. Eisini í upphitingarkappingini var ein føroyskur vinnari, har Hans Eivid Olsen saman við svenska Roland Lenngren endaði á fyrsta plássi.
Sagt verður at einstaklingakappingin hjá monnum, helst er tann sterkasta nakrantíð í Føroyum. Umframt allar teir fremstu føroysku spælararnir vóru heili 12 útlendingar við. Nakrir teirra luttaka regluliga í sterkum kappingum í Evropa, eitt nú PDC Nordic & Baltic Tour. Sterkastu útlendsku spælararnir vóru fyrrverandi Tórshavn Open vinnarin Winnie Kucel, íslendski meistarin Vitor Charrua og svenski Roland Lenngren.
Í tvímansleiki vunnu Jan McIntosh og Uni Árting, men í einmansleiki møttust teir í hálvfinaluni. Her endaði tað við sigri til Jan. At støði er høg millum føroysku spælararnir í løtuni sást í hesum dystinum, tí sett vóru avgreidd við 12, 13, 14, og 16 pílum. Í finaluni vann Jan McIntosh 6-2 á Peturi Thomsen, sum rendi Roland Lenngren úr kappingini.
Sagt verður úr Havnar Dartfelagi, at kappingin gekk væl og at nýggju dartbanarnir riggaðu eftir ætlan. Stóra málið er at fáa altjóða góðkenning frá altjóða dartsambandinum.
Fakta:
Einstaklingar menn
1. Jan McIntosh
2. Roland Lenngren (SWE)
3. Uni Árting
3. Petur Thomsen
Fæst pílar – 12, Roland Lenngren
Hægst útgang – 158, Roland Lenngren
Einstaklingar kvinnur
1. Lydia á Smið
2. Ingibjørg Magnúsottir (ICE)
3. Birthe Sikivat
3. Gunnbjørg Dam
Fæst pílar - 19 Lýdia á Smið
Hægst útgang - 106 Annika Joensen
Tvímansleikur
1. Uni Árting & Jan McIntosh
2. Roland Lenngren & Vitor Charrua (SWE/ICE)
3. Remy Gaardlykke & Petur Thomsen
3. Høgni Nielsen & Bergur Kluftá
Fægst pílar - 15 Roland Lenngren & Vitor Charrua
Hægst útgang 148 - Høgni Nielsen & Bergur Kluftá