Dart: Hesi eru úttikin til bruttolandsliðið

Átta mans og seks kvinnur eru úttikin til føroyska bruttolandsliðið í dart

Átta mans og seks kvinnur eru úttikin til føroyska bruttolandsliðið í dart. Manslandsliðið skal til Nordic Cup frá 28. apríl til 5. mai, meðan kvinnulandsliðið skal til Nordic Cup í Esbjerg frá 28. apríl til 5 mai.

Dartsambandið skrivar, at norðurlendsku landsliðini eru í heimsflokki. Hjá kvinnum verður millum annað Vicky Prium úr Svøríki, sum gjørdist heimsmeistari fyri einstaklingar í Japan í 2017. Hjá monnum eru verandi europameistarar fyri lið úr Svøríki. Í 2008 gjørdist Danmark europameistarar og Finnland gjørdist heimsmeistarar í 2005.

- So tað verður ein stór uppgáva, hjá okkara landsliðum í Esbjerg seinast í apríl og fyrst í mai. Men vit koma at møta við sterkum landsliðum, so tað verður spennandi hvussu langt tað røkkur, skrivar Dartsambandið.

Hjá monnum er teir úttiknu; Allan við Rætt, D16, Heri Kallsoy, D9, Jan McIntosh, Havnar Dartfelag, Jón Johansen, Vága Dartfelag, Jørgin Meitelberg, Havnar Dartfelag, Petur Thomsen, D16, Remy Gaardlykke, D16, og Uni Árting úr Havnar Dartfelag.

Hjá kvinnum eru tær úttiknu; Annika Joensen, Dart Sandoy, Birthe Sikivat, Argja Dartfelag, Joan Edvør Thomasen, Vága Dartfelag, Lydia á Smið, Havnar Dartfelag, Maibrit Hvíthamar, Havnar Dartfelag og Terja Ósa, Klaksvíkar Dartfelag.

Endaliga landsliðið verður úttikið 21. mars.