Triðja umfar liðkappingini í dart varð spælt á Argjum leygardagin. Liðkappingin er skipað í tveimum bólkum og spæld verða fýra umfør, har øll liðini spæla á sama stað. Nummar eitt og tvey í hvørjum bólki eftir fýra umfør, koma víðari til hálvfinalurnar.
Í bólki 1 hava føroyameistararnir úr Havnar Dartfelag 1, aftur verið einaráðandi í vetur. Leygardagin vunnu teir báðar dystirnar 9-0. Hinvegin er enn spenningur um annað plássið í bólkium. Argja Dartfelag 1 og Team Sandoy spældu javnt.
Tí verður alt avgjørt í seinasta umfarinum. Bæði liðini skulu spæla móti HDF 1. Argja Dartfelag verður mettur sum favorittur at fara víðari, tí teir hava betri settmun, og eru tvey stig frammanfyri Team Sandoy.
Bólkur 2
Bólkur 2 er enn meira spennandi. Vága Dartfelag, D16 og Klaksvíkar Dartfelag 1 eru sera jøvn á ovastu plássunum. Øll trý liðini fingu ein sigur og ein javnleik leygardagin. Tískil er framvegis bara eitt stig á muni undan síðsta umfari.
Klaksvíkingar skulu spæla móti D16 og VDF, meðan VDF og D16 eisini hava hvør sín dyst, har tey eru stórfavorittar móti aftaru liðunum í bólkinum. Klaksvíkingar kunnu tó avgera alt sjálvir, um teir vinna báðar dystirnar.
Síðsta umfar í liðkappingini verður í Miðvági 9. mars.